
Um Hondbóltskort
Kortini eru ein “samskiftismiðil” í sær sjálvum. Tú hevur tey í lummanum og tá ið tú kemur saman við onkrum, sum eisini hevur sama áhugað, tekur tú tey fram og tit fara at tosa um kortini. Um leikarar og annað
Hondbóltskort er gjørt soleiðis, at tað í hvørjum pakka fjalir seg ein serligur spenningur.
Tú veitst ongantíð frammanundan, hvørji kort tú fært – kanska er tað tín yndisleikari, eitt serligt kort ella eitt, sum tú júst vantaði.
Vit ynskja at skapa spenning og stuttleika rundanum hondbóltin!
Hondbóltskortini eru at fáa til keyps í øllum handlum og kostnaðurin er bara 30,- kr. fyri ein pakka við fimm í.
Endamál
Okkara endamál er at fáa hondbóltsáhugað at samla uppá kort og harvið styrkja áhugan fyri føroyskum hondbólti. Vit vilja gera Hondbóltskort til eina natúrliga og afturvendandi vøru í føroyskum hondboltið.
Soleiðis ognar tú tær eitt kort
Hondbóltskortini fáast í Magn og Effo kring alt landið. Niðanfyri er eitt yvirlit yvir, hvar kortini kunnu keypast:
Gevið gætur: Avmarkað mongd av kortum. Kortini kunnu vera útseld á einstøku støðunum. Vit royna at dagføra, tá kortini eru útseld.


