Eftir sera nógvar fyrispurningar um kortini eru vit glað fyri at kunna fortelja, at hondbóltskortini nú verða at fáa til steypafinalurnar.
Vit hava fingið nógv fyrispurningar seinastu tíðina, og tí gleðir tað okkum at kunna geva tykkum møguleikan at fáa fatur á kortunum beinleiðis til finalurnar.
Tú finnur okkara bás í høllini — so kom endiliga framvið, hygg at kortunum og tryggja tær tíni. Vit gleða okkum at síggja tykkum og skapa enn meira finaluhýr saman.

