Skip to content

Styrkitøl – Hondbóltskort

Styrkitølini á hondbóltskortunum eru ætlað at geva eina samlaða og lætt skiljandi heildarmynd av førleikum hjá leikarum.

Styrkitølini eru eitt miðaltal, sum eru grundað á eina heildarmeting av hvørjum leikara sær og er gjørd av hondbóltskønum fólkum.

  • Skot (Hvussu væl ein leikari skjýtur)
  • Gjøgnumbrot (Hvussu væl ein leikari dugur at finta)
  • Avlevring (Hvussu væl ein leikari avleverar)
  • Ferð (Hvussu skjótur ein leikari er)
  • Styrki (Hvussu sterkur ein leikari er)
  • Verja (Hvussu væl ein leikari dugur at verja)
  • Samlað styrkistal

Tað er vert at undirstrika, at styrkitølini skulu skiljast sum ein vegleiðandi meting og ikki sum ein endalig ella ófrávíkilig sannroynd.