Vit eru sera fegin at kunna boða frá, at hondbóltskortini nú eru klár. Eftir nógv arbeiði og fyrireikingar eru kortini endiliga komin út í handlarnar, og nú er at samla!
Hondbóltskortið setur føroyskan hondbólt í miðdepilin – og her er nakað fyri øll: leikarar, fjepparar og annars bara hondbóltsáhugað. Og ikki minst fyri samlarar, sum kunnu ogna sær so nógv kort, sum hugur er til.
Hondbóltskortini kunnu keypast í Magn og Effo kring alt landið. Ver varug/ur, at talan er um eina avmarkaða mongd, og vit royna at dagføra leypandi, um kortini eru útseld á teimum ymsu støðunum.

